09 Mar - 10 Mar
Tórshavn (capital)
150 DKK
Filmar

Filmsýning: Ábyrgd (FO)

x
Book now
Føroyskur stuttfilmur um at vera ungur og avvarðandi at einum foreldri við sálarsjúku

Sinnisbati fer í samstarvi við Norðurlandahúsið at sýna føroyska stuttfilmin “Ábyrgd”, ið bleiv frumsýndur í mai 2020. Tíverri gjørdi korona-farsóttin av álvara innrás í føroyska samfelagið tá, og tí hava sera fá havt møguleika at sæð filmin.

Sinnisbati vil í samstarvi við leikstjóran handan filmin, Katrina Joensen-Næs, seta sjóneykuna á lívið við sálarsjúku út frá einum vinkli, sum ikki ofta verður sæddur ellar fær rúmd í samfelagnum. Endamálið er at seta sjóneykuna á tað at vera ungur og avvarðandi at einum foreldri við sálarsjúku.

Mett verður, at sálarsjúka rakar aðru hvørja familju og áleið 25% av øllum børnum og ungum hava eitt foreldur við sálarsjúku. Um vit telja onnur avvarðandi við, sum eitt nú systkin, ommur og abbar, kunnu vit rokna við, at talið er umleið 40%. Tað merkir, at hetta er eitt evni, ið fyllir nógv í føroyskum heimum.

Filmurin “Ábyrgd” lýsir eina søgu um at standa einum nær, sum hevur eina sálarsjúku at dragast við. Í filminum fylgja vit ungu kvinnuni Ró (Johanna Roos Slættanes), sum livir í einum heimi við mammu síni (Ria Tórgarð), sum líðir av álvarsligari sálarsjúku. Tað er eyðsæð, at tað hjá Ró kenst sum hennara ábyrgd at taka sær av mammuni, hóast tað er hon sum er dótturin. Ein ábyrgd, sum tey flestu, sum hava verið í líknandi støðu, kenna.

Filmurin er 43 minuttir langur.

Áðrenn sýningina fer Katrin Joensen-Næs, leikstjóri, at siga nøkur orð um tankarnar handan filmin. Eisini fer aðalskrivarin í Sinnisbata, Laura Apol, at siga nøkur orð um tankan handan tiltakið. Eftir filmsýningina verður eitt sofaprát við tvey vaksin avvarðandi, um týdningin av meira kunning og stuðli til tey, ið eru avvarðandi.

Atgongumerki kostar 150 kr. og alt yvirskotið fer til arbeiðið fyri avvarðandi í Sinnisbata.

Norðurlandahúsið fylgir Covid-19 tilmælunum frá myndugleikunum, tí er avmarkað mongd av atgongumerkjum til sølu.

Vit heita á gestir, sum koma inn í húsið, um at fylgja øllum tilmælum frá myndugleikunum.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

9 Mar 2021 19:00
10 Mar 2021 19:00

Price

Book now

Vanligt 150 DKK