06 May
Tórshavn (capital)
50 DKK
Filmar

Filmur: Hobbyhorse Revolution (FI)

x
Book now
Finskur heimildarfilmur fyri børn og vaksin.

Hobbyhorse Revolution
Finskur heimildarfilmur frá 2016

Nær gerst ein ov gamal til at spæla? Tannáringarnir Aisku, Elsa og Alisa brenna fyri Hobbyhorse. Tað er tað, sum vit kenna sum at spæla við ein gamaldags prukkuhest. Ein stokkur við hestahøvdi, sum tú ríður á. Vanliga seta fólk prukkuhestin í samband við væl yngri børn, men tað leggja Aisku, Elsa og Alisa einki í. Tær spæla við prukkuhestin á einum heilt nýggjum støði, sum inniber Instagram, bloggar, venjing og landsumfatandi kappingar. Tær hava ein sterkan felagsskap saman við øðrum Hobbyhorse gentum. Ein felagsskap, sum er fullur av hugflogi og sterkum kenslum. Her finna tær stuðul og styrki til m.a. at yvirliva happing.

Hobbyhorse Revolution er ein stuttligur og rørandi filmur um barnsligt hugflog og tað at gerast vaksin. Hann veitir innlit í eitt heilt serligt fyribrigdi og bjóðar okkum inn í eina feita sermentan við punk-rokkara hugburði. Hobbyhorse genturnar hava dirvi at fara egnan veg, og fleiri leggjast afturat. Áhugin hevur ikki bara breitt seg um alt Finnland men eisini út um landoddarnar. Hobbyhorse fepurin er yvir okkum.

Leikstjóri: Selma Vilhunen

Trygd
Vit fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um frástøðu. Avmarkað mongd av atgongumerkjum eru til sølu.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

06 May 18:00

Price

Book now

Vanligt 50 DKK