10 Oct
Tórshavn (capital)
80 DKK
Filmar
Festivalar

FIMFF19: BUOYANCY (Setanarfilmur)

x
Book now
Skandinavisk frumsýning

Kl. 19:00 Setanarmóttøka
kl. 20:00 Setan / BUOYANCY (80,- kr.)

14 ára gamli kambodiski drongurin Chakra (Sarm Heng) arbeiðir í rísveltunum saman við familjuni. Hann býr í eini lítlari smáttu við foreldrunum og mongu systkinunum, og tað verður skjótt týðiligt, at sambandið við pápan er trupult. Ein dagin fortelur ein vinur Chakra um eitt starv á einari verksmiðju, har hann kann vinna sær meira pengar. Í eini roynd at koma undan fátækadøminum ger Chakra av at fara einsamallur avstað, men hann endar í klónum á trælahandilsmonnum og verður seldur til ein teilendskan skipara á einum fiskiskipi. Óútrokniligi, óndskapsfulli og harðligi atburðurin hjá skiparanum umborð leiðir til eitt stríð um status og ein bardaga fyri frælsi. Hetta er fyrsti filmur hjá avstralska filmsleikstjóranum Rodd Rathjen, og altjóða frumsýningin var á Berlinale 2019. Filmurin umrøður vaksandi trupulleikan við nútíðar trældómi og er ikki smæðin at geva okkum nærri innlit í, hvussu dapur veruleikin hjá mongum sær út í dag.
Vann ‘Prize of the Ecumenical Jury’ á Berlinale 2019

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

10 Oct 19:00

Price

Book now

Vanligt 80 DKK