25 Jan - 26 Jan
Tórshavn (capital)
50 - 165 DKK
Palllist
Børn & Ung
Ítróttur & stuttleiki

Fimleikafagnaður

x
Book now
Evnið er kongsdømi/kongsríki.

Tað verður ein kongaligur fagnaður í Norðurlandahúsinum 25. og 26. januar, tá á leið 400 fimleikarar vera við í ársins Fimleikafagnaði.

Feløgini sum luttaka eru Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið, Tvøroyrar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag  og Havnar Fimleikafelag.

Felagið skal vísa breiddina í felagnum, við at lýsa ársins evni ”kongaríki”. Evnið verður lýst við rørslum, ljósi, tónleiki og hugflogi.

Í alt eru tríggjar sýningar, ein leygardagin 25. og tvær sunnudagin 26. januar. Á seinastu sýningini sunnudagin verður vinnarin kunngjørdur.

Tað er eitt dómaratoymi við fólkum frá ymiskum listarligum umhvørvum og umboð frá luttakandi feløgunum, sum avgera hvør vinnur.

Í fjør vann Fimleikafelagið Ljósið. Tá var evni ”ætt”.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

25 Jan 2020 15:00
26 Jan 2020 14:00
26 Jan 2020 17:00

Price

Book now

Vanligt 165 DKK

Bønr 13 ár og yngri 50 DKK