12 Feb - 13 Feb
Tórshavn (capital)
50 - 165 DKK
Ítróttur
Børn & Ung

Fimleikafagnaðurin 2021

x
Book now
Fimleikafagnaðurin er útsettur til 12.-13. februar 2022!

Fimleikafagnaðurin 2021 skuldi eftir ætlan vera í Norðurlandahúsinum 30.-31. okt.

Vegna núverandi koronastøðu er fagnaðurin útsettur til 12.-13. feb. 2022.

Allar tríggjar sýningarnar eru útseldar, tískil verða keyptu atgongumerkini á www.nlh.fo dagførd til feb. 2022.

Um ein ynskir at fáa peningin endurrindaðan, kann ein seta seg í samband við Norðurlandahúsið við at senda ein teldupost til nlh@nlh.fo og upplýsa sýning og navnið á tí sum hevur keypt atgongumerki.

Sýningar
Leyg 12. feb kl.15.00
Sun  13. feb kl.13.00
Sun  13. feb kl.17.00

Luttakandi feløgini eru Fimleikafelagið Flog, Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk og Fimleikafelagið Ljósið.

Við fimleikakvøðu
Føroya Fimleikasamband

”Halt teg burtur úr fjørðuni, annars kemur nykurin eftir tær. Banka uppundir borðið!”

Ja, kom niðan í Norðurlandahúsið tann 30. og 31. oktober, tí har verður fimleikafagnaður á skránni, og í ár er evnið nevniliga pátrúgv.

Óttin fyri tí ókenda ella tí, sum vit halda vil okkum ilt, nevna vit ofta fyri pátrúgv. Í fleiri ár hevur pátrúgv fylgt nógv í gerandisdegnum hjá føroyingum. Pátrúgv hevur spælt stóran leiklut í dagliga yrkinum, tá talan er um seyðahald, brúdleyp, jarðarferð og uppaling av børnum, eitt nú við at ræða tey við verum sum huldufólkum, vættrum og nykinum.

 Enn í dag hongur pátrúgv við í gerandisdegnum: Ein eigur ikki at keypa sær nýggjar lutir fríggjadag, banka uppundir borðið tá tá ein jalig útala verður søgd, fyri at forða tí øvuta, spýta tá ein svørt ketta rennir yvirum vegin, 7-9-13. Ja, mangar eru útalurnar.

Annað hvørt ár fagnað vit fimleikinum við einum rimmar tiltaki, har feløg úr øllum landinum hava møguleika at vísa sínar dygdir gjøgnum fimleikin. Sum vanligt verður fimleikafagnaðurin hildin í Norðurlandahúsinum, har rúmið verður fylgt við alskins ljósi, litum, tónleiki og glaðum íðkarum í øllum aldri. Hvørt fimleikafelag hevur 12 minuttir við heilt upp til 100 íðkarar, har tey í ár  lýsa, hvat júst teirra fatan av pátrúgv fevnir um. Hetta verður víst fram við rørslum, lopum, dansi og øðrum kreativum kynstri, har einans hugflogið setur markið.

Til fagnaðin vísa fimleikafeløgini sítt hugflog og síni kynstur fyri óheftum dómarum, sum døma, hvat felag hevur havt ta bestu framsýningina til fagnaðan. Her verður útgangsstøðið m.a. tikið í fimleiki, koreografi, tónleiki, rørslum, gagnnýtslu av palli og ikki minst bestu tulkingini av pátrúgv.

Feløgini, ið luttaka í ár, eru Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Ljósið, Fimleikafelagið Støkk, Klaksvíkar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Flog.

Sýningar 

30.okt kl.15.00

31.okt kl.13.00

31.okt kl.17.00 – útselt

Kostnaður

Vaksin 165kr

Børn undir 13 ár 50kr

Sýningin kl.17.00 kostnaður 165kr fyri øll.

Covid-19
Avmarkað pláss. Vi fylgja tilmælunum frá landsmyndugleikunum – les almennu tilmælini her

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

12 Feb 2022 15:00
13 Feb 2022 13:00
13 Feb 2022 17:00

Price

Book now

Vaksin 165 DKK

Børn undir 13 ár 50 DKK