Fimleikaframsýningar hjá Støkk - stroyming
9 fimleikaframsýningar hjá Støkk í vikuskiftinum
Fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 20. og 21. mars, og í ár eru tær 9 í tali.
Fyri at halda koronutilmælini, eru fimleikaframsýningarnar ikki almennar í ár, men tveir áskoðarar kunnu koma at hyggja pr. fimleikara og venjara. Kostnaðurin er 50 kr. pr. sýning.
Øll kunnu tó síggja fimleikaframsýningarnar, tí allar sýningarnar verða stroymdar ókeypis á netinum.
Skráin yvir fimleikaframsýningarnar liggur á www.stokk.fo og á Facebooksíðuni hjá Støkk. Leinki til stroyming verður lagt út á heimasíðu og Facebook, áðrenn sýningarnar byrja.
Fyrsta sýning byrjar leygarmorgun kl. 10 og hildið verður fram til kl. 17.30. Sunnudagin verður fyrsta sýning kl. 13 og væntandi eru allar sýningar lidnar kl. 17 sunnudagin.
Address
Bylgjan
620 Runavík
Eysturoy
Date
20 Mar - 21 Mar Every: