16 Aug
Norðoyggjar
Free
Børn & Ung
Festivalar
Náttúra & uttandura

fiskikapping á Kósabrúnni fyri børn

x

Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj er í Norðoya Sparikassa í Klaksvík frá mánadegnum 12. august til fríggjadagin 16. august kl. 15. Í deildini hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík fáa børnini ein vatnpistól (avmarkað nøgd) til vatnkríggið og plastikposar til fiskikappingina.

Agn kann fáast á bryggjuni frá fyrireikarunum.

Tá liðugt er at fiska skal navn og mobiltelefonnummar hjá lutakara skrivast á lítla pappírslepa har navn, aldur og mobiltelefonnummar hjá luttakaranum skal skrivast á. Pappírslepin skal koyrast í lítla plastposan sum verður koyrdur í tann stóra posan saman við størsta fiskinum.

Tá fiskikappingin endar kl. 19 verður plastposin við størsta fiskinum handaður fyristøðufólkunum.

Hinir fiskarnir, sum ikki skulu latast inn skulu tveitast á sjógvin um teir eru livandi ella koyrast í stóra fiskakassan, sum stendur mitt á kósabrúnni har fyrireikararnir halda til.

Silvi vitjar og børn og vaksin fáa kakao, sunnkist og góðgæti á Kósabrúnni meðan fiskað verður.

Vinnararnir av fiskikappingini verða uppringdir so skjótt úrslitið av kappingini er greitt og fáa heiðursmerki og vinningar handaðar á stóra pallinum í samband við stóra kaffiborið sum byrjar leygarmorgunin 17. august kl. 10:30.

Fiskikappingin er deild sundur í fýra bólkar:

Gentur undir fólkaskúlaaldur.

Dreingir undir fólkaskúlaaldur.

Gentur í fólkaskúlaaldri

Dreingir í fólkaskúlaaldri.

 

Kappast verður um at fiska størsta fiskin.

Vinnarar í omanfyri nevndu bólkum fáa gull, silvur, bronsumerkir, og atgongumerki frá Cirkus Baldoni, umframt annað gott.

Tann ið fiskar allarstørsta fiskin verður útnevndur FISKI-KONGUR/DROTNING og fær ein serstakan vinning. Eisini ferð umboð frá Havstovuni í stuttum at siga nøkur orð um vinnandi fiskin.

Tey sum av einhvørjari orsøk ikki hava melda til fiskikappingina ella vatnkríggið kunnu melda til hjá fyrireikarunum á bryggjuni beint undan fiskikappingini ella vatnkrígginum.

Address


700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

16 Aug

Price

Free