08 Aug
Eysturoy
Free
Náttúra & uttandura
Søga & arvur

Fólkafundur við fossin

x
Av tí at har er mjørki á Skarðinum, hittast vit heldur við fossin undir Blábjørgum. Har er góð sól og gott veður 🙂
Árligi fólkafundurin á Skarðinum verður – um viðrar – hesaferð sunnudagin 8. august kl. 14.00.
Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur, heldur røðuna í ár. Eins og hini árini verður eisini felagssangur og hugni, so havið kaffi og evt. matpakka við.
Er veðrið til vildar er góður møguleiki at halda á fram niðan á Altarið ella á Borgina aftaná felagssangin.
Farið verður til gongu frá Miðstaðarlundini kl. 13, um fólk hava hug at fylgjast.
Tiltakið er ókeypis. Øll eru vælkomin.

 

Address

Miðstaðarlundin í Fuglafirði


530 Fuglafjørður
Eysturoy

Contact

Website

Date

08 Aug 13:00 - 15:30

Price

Free