28 Apr
Eysturoy
Free
Søga & arvur
Bókmentan

Málfundur - Føroya mál á manna tungu

x

Í mentanarvikuni í Runavíkar kommunu verður málfundur í Løkshøll mikukvøldið 28. apríl

Fuglar láta, seyður jarmar og kýr belja. Flestu livandi verur hava tørv á at samskifta. Tað hava vit menniskju eisini. Vanligt samskifti í gerandisdegnum spreingir øll landamørk, har samskift verður á ymiskum tungumálum tvørgangandi, men tjóðarmørkini stika av fyri einum einasta máli hjá øllum tjóðum – móðurmálinum. Harvið er tað í serstøðu.

Samskiftismiðil og ein partur av samleika okkara alt um eina leið. Ein væl vovin ósjónligur strongur, sum gongur ígjøgnum heilar og hjørtu á øllum okkum, sum eiga tjóðina – Føroyar.

Vit eiga øll at skifta orð um støðu málsins frá tíð til aðra – tí vit eru málið og øvut. Mentanarvikan leggur við hesum málfundinum sítt klípi til hendan varðan – hesa áhaldandi røkt.

Mentanarvikan 2021 verður sermerkt á tann hátt, at sjóneykan verður sett m.a. á skrivaða orðið. Føroyska málið í síni heild verður sett á breddan alla mentanarvikuna.

Mikukvøldið 28. apríl verður skipað fyri orðaskifti um Føroya mál, har fólkið sleppur til orðanna. Kvøldið er skipað við tveimum framløgum og bólkum, ið skifta orð um viðkomandi evni. Solby A. Christiansdóttir er orðstýrari.

Skrá

19:00 – 19:10  Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.

19:10 – 19:40  Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, greiðir frá málpolitikkinum hjá KVF í mun til tær skyldur og ábyrgdir, ið liggja á public service stovninum.

19:40 – 20:10  orðaskifti millum luttakarar

20:10 – 20:30 Stongum og Guttesen framføra

20:30 – 21:00 Jonhard Mikkelsen, stjóri Sprotans, greiðir frá, hvussu málsligu amboðini eru ment seinastu 20 árini, og hvørjum arbeitt verður við nú.

21:00 – 21:30   orðaskifti millum luttakarar


Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri kunning um Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu er at finna á visitrunavik.fo ella á facebookvangan hjá mentanarvika í Runavíkar kommunu.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

28 Apr 19:00

Price

Free