20 May - 22 May
Tórshavn (capital)
Free
Festivalar

Føroya Tatt Fest 2022

x
M.a. ein minniskonsert fyri Fjølnir , myndlistaframsýning, fyrilestrar, handan av virðislønum til tattovørar fyri framúr avrik. Les meira og keyp atg.m til konsertina leygardag

Føroya Tatt Fest er einasta føroyska tatoveringsráðstevna, ið er serstøk við sínum festivalkenda dámi. Til tiltakið koma 23 tatoveringslistafólk, sum kunnu teljast millum heimsins bestu innan sítt yrki. Meginparturin av hesum listafólkunum koma uttanlands frá, og tjóðskapir teirra eru sera fjølbroyttir.

Afturat tatovørunum er ein spennandi skrá hetta vikuskiftið. Á skránni er m.a. ein stuðulskonsert, myndlistaframsýning, fyrilestrar og handan av virðislønum til tatovørar fyri framúr avrik.

Í desember 2021 andaðist stigtakarin og stovnarin av felagnum og FO Tatt Fest, Fjølnir Geir Bragason, betri kendur sum Fjølnir Tattoo. Ársins tatt fest verður av tí sama sera merkt av, at hesin megnar maður ikki er í millum okkum longur. Fjølnir tók stig til FO Tatt Fest saman við Palla Sch Thorsteinsson í 2011. Tatt Fest fylti 10 ár í fjør, men vegna korona ber fyrst til at hátiðarhalda hetta í ár. Ársins Tatt Fest verður sostatt ein sorgarblíð fagnaðarveitsla. Vit ynskja at hátíðarhalda Fjølnir og alt tað, sum hann var fyri tattoo-heimin, samt at hátíðarhalda 10 ár av Tatt Fest í Føroyum.

Vit gleða okkum at bjóða Føroya fólki vælkomin til eitt spennandi vikuskiftið í Norðurlandahúsinum 20.-22. mai, har listin er í miðdepli og fjølbroytni blómar.

SKRÁIN FYRI FØROYA TATT FEST 2022

Fríggjadagur 20. mai
Kl. 13.30: Dyrnar lata upp
Kl. 14.00: Verður bjóðað vælkomin
Kl. 17:00: Fyrilestur við Maya Sialuk um Inuit tatoveringar og tilhoyrandi siðaarv – Dansistovan
Kl. 23.00: Best of Day heiðursløn latin í samstarvi við Cheyenne Tattoo

Leygardagur 21. mai
Kl. 12.00: Dyrnar lata upp
Kl. 17.00: Fyrilestur við Majbritt um Sjómanna-tatoveringar – Dansistovan
Kl. 19.00: Minniskonsert fyri Fjølnir við Son of Fortune, 200, Godchilla (IS), Hamradun –  KEYP
Kl. 23.00: Best of Day heiðursløn latin í samstarvi við Cheyenne Tattoo

Sunnudagur 22. mai
Kl. 12.00: Dyrnar lata upp
Kl. 16.00: Uppboðsøla av málninginum hjá Livari Nysted endar. Peningurin fer óskerdur til Sinnisbata.
Kl. 17.00: Best of Show heiðursløn latin í samstarvi við Cheyenne Tattoo.

Afturat skránni verður ein myndlistaframsýning sett upp í Dansistovuni, umframt spontan innsløg.

Tiltakið er ókeypis.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

20 May - 22 May Every: Fri
Sat
Sun

Price

Free