Føroya Vakrasta Hálvmarathon
Aftur í ár skipar ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri eini hálv maraton renning leygardagin tann 7. september. Teinurin runnið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandavági.
Tað var í 2014, tá Ítróttarfelagið Frælsi hevði 10ára ársdag, at skipa varð fyri fyrsta hálv maraton renningini í Vágum. Undirtøkan seinastu fimm árini hevur verið serstakliga góð.
Útlendingar eru eisini farin at geva Føroya vakrasta hálv maraton ans við at fleiri útlendskum tilmeldingum. Runnið verður gjøgnum allar bygdirnar í Vágum, har byrjað verður í Gásadali og komið verður á mál við kirkjuna í Sandavági. Kommunurnar í Vágum hava víst stóra vælvild og hjálpsemi, eins og Vága Floghavn, Hiddenfjord, FK í Miðvági og EUR express hava stuðlað Føroya vakrasta hálv maraton.
Eins og undanfarnu ár verður møguligt bæði at ganga og renna hálv maraton.
Fyrireikarnir vóna at síggja nógvar gangarar og rennarar, men eisini nógvar áskoðarar fram við vegnum sum fara at heppa á tey tá teinurin í støðum kann vera eitt sindur tungur.
Tilmeldingin verður á atgongumerki.fo:
Fylg hesari slóðini fyri at RENNA Føroya Vakrasta Hálvmarathon
Fylg hesari slóðini fyri at GANGA Føroya Vakrasta Hálvmarathon
Address
Gásadalur
387 Gásadalur
Vágar
Date
07 Sep 10:00 - 14:00
Price
Frá 250 DKK
Til 450 DKK