Føroyar millum stórveldini!
Seinastu árini hava bæði Kina og USA sýnt Føroyum óvanliga stóran áhuga: Einfalda avgerðin um veitara av 5G neti til Føroyar gjørdist til eitt stórmál í altjóða politikki, har USA og Kina sendu síni sendifólk til Føroya í fleiri umførum. Somuleiðis er aftur áhugi at seta upp ein lofteftirlitsradara í Føroyum, tí eygu skulu haldast við ferðsluni á føroyskum leiðum.
– Hví eru størstu og valdsmiklastu tjóðirnar brádliga eru so áhugaðar í Føroyum?
– Hvørjar avbjóðingar og møguleikar hava Føroyar av áhuganum og trýstinum frá stórveldunum?
– Hvørja ábyrgd hava Føroyar í sambandi við verjuna av okkara øki?
Fríggjadagin 24. september verður almenn ráðstevna á Hotel Føroyum, við framløgum frá politikarum, myndugleikum og granskarum innan altjóða trygdar- og verjupolitikk. Hesi fara at lýsa hvørjar avbjóðingar og hvørjir møguleikar standast av vaksandi áhuganum fyri arktiska økinum.
Ráðstevnan er ókeypis og verður fyriskipað av Javnaðarflokkinum á fólkatingi í sambandi við útgávu av frágreiðing um føroyskan verju- og trygdarpolitikk.
Øll eru vælkomin og høvi verður eisini hjá áhoyrarunum at seta luttakarunum spurningar millum framløgurnar.
Tekna teg á jf@ft.dk áðrenn 23. september.
Address
Hotel Føroyar
45 Oyggjarvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)
Date
24 Sep