Ráðstevnur
Føroysk purisma - Fyrilestur við Jógvan í Lon, professara í málfrøði
Book nowFyrilestrahaldari: Jógvan í Lon, professari í málfrøði, her í miðjuni á myndini, og sum í 2021 vann virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 fyri verkið Føroysk purisma.
Hvar: Á Seglloftinum á Tvøroyri
Nær: 16.februar, mikukvøldið kl.19.00
Um: Fyrilesturin fer at snúgva seg um avleiðingar av purismuni – jaligar og neiligar avleiðingar. Jógvan í Lon hevur nýliga givið út nýggja bók sum nevnist “Purisma – føroysk orð ella orð í føroyskum”. Í sendingini “Nón” í fjørð verður nevnt, at sjálvur heldur Jógvan í Lon, at tað rúmkar málið, at tøkuorðini og nýggjyrðini – tað eru fremmandaorð og smíðað orð – liva lið um lið í málinum. Tað gevur møguleika fyri variatión, og at fólk laga málið til ta støðuna, tey eru í. Møguleiki verður eisini at keypa nýggju bókina til fyrilesturin.
Kostnaður fyri fyrilesturin: 100 kr.-
Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar ella á atgongumerki.fo
Address
Seglloftið
36 Havnarlagið
800 Tvøroyri
Suðuroy
Date
16 Feb 19:00
Organiser
Tvøroyrar kvøld- og ungdómsskúli