Føroyski báturin úr aldudalinum
Book nowFøroyski báturin hevur verið álitið í øldir, men óvist er um livilíkindi eru honum lagað hjá komandi ættarliðum. Kann ein altjóða viðurkenning hava týdning fyri varðveiting av bátinum?
Føroyski báturin er við í norðurlendskari tilnevning til UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini, sum verður viðgjørd í Paris 15. des.
Hóskvøldið 16.des. kl. 19 hittast vit á Tjóðsavninum til eitt áhugavert kvøld við fyrilestrum og røðum um føroyska bátin, tónleiki og ábiti.
Tað eru Tjóðsavnið, Fróðskaparsetur Føroya, Føroyska UNESCO-nevndin og Uttanríkis- og mentamálaráðið sum í felag skipa fyri tiltakinum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg hjá VisitTórshavn.
Skráin
19.00 Vælkomin
Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum
19.05 Tiltakið verður sett
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
19.15 Yrkið sum bátasmiður
Hanus Jensen, bátasmiður á Roskilde Vikingeskibsmuseum
19.30 Siðaarvur á UNESCO listan, hvat inniber tað?
Tóta Árnadóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya og ph.d. lesandi
19.45 Umsókn til UNESCO um at fáa norrøna súðubygda bátin á listan yvir umboðandi siðaarv
Armgarð Weihe, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum
19.55 Steðgur
Kim Hansen undirheldur, framsýning og ábit.
20.15 Føroyski báturin og eg. Søgur í samband við bátin
Anna Lousia Joensen, lærari á Nám X
20.30 At bjarga føroyska bátinum – hugburður og átøk
Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum
20.45 Tiltakið endar
Address
Tjóðsavnið
Brekkutún 6
188 Hoyvík
Tórshavn (capital)
Date
16 Dec 19:00 - 21:00