Matur & Drekka
Søga & arvur
Frá sjógvi til borðs
Book nowRagnar Groth Mortensen og Agnes Mols Mortensen eru tvær lokalar eldsálir, ið hava sjógvin sum arbeiðspláss. Vit hoyra Ragnar og Agnes greiða frá arbeiðslívi, rávørum og staðbundnari sølu.
Eisini sleppa vit at smakka stuttfluttu vørurnar. Anna Mortensen ( Café MorMor) stendur fyri matinum, og vit borðreiða fimm rættir við fiski frá Ragnari, tara frá Agnes og grønmeti frá Miðstovugarði, Uttastovugarði og Uppistovu. Høvi verður at keypa ymiskt drekkandi afturvið matinum.
Plássið er avmarkað, og neyðugt er at keypa atgongumerki á www.atgongumerki.fo.
Address
Café MorMor
Undir Heygnum 38
800 Tvøroyri
Suðuroy
Date
26 Feb 19:00 - 22:00