27 Mar - 31 Mar
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

Framsýning - Teitur Manbjørnsson Gásadal

x

Listamaðurin, Teitur Manbjørnsson Gásadal, vísir fram sínar fyrstu oljumálningar. “Leitingarferð” er heitið á framsýningini, tí at tað lýsir royndir hansara við olju og útviklingina gjøgnum árini.

Eingin listarlig útbúgving liggur aftanfyri. Teitur hevur frávalt sær eina listarliga útbúgving, fyri at halda sær burtur frá stílunum hjá øðrum, og tískil kunna menna ein stíl, ið er sín egni.

Teitur hevur málað í 8 ár, og er í løtuni undir útbúgving sum læraralesandi. Hann málar tá hann kann, og serstakliga tá hann ikki kann.

Kom oman í Smiðjuna í Lítluvík og hygg at verkunum.
Alt er abstrakt, allir eru ymiskir og allarhelst er okkurt til ein og hvønn.

Fríggjadagin hin 27. mars kl. 14 opna dyrnar í Smiðjuni í Lítluvík. Upplatingartíðir vera annars lýstar á almennu facebook síðuni: https://www.facebook.com/gasadallist/
Á síðuni er eisini møguligt at síggja myndir av málningunum ið verða sýndir fram.

Address

Smiðjan í Lítluvík

Skálatrøð
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

27 Mar - 31 Mar Every: Mon
Tue
Fri
Sat
Sun

Price

Free