20 Sep
Eysturoy
150 DKK
Tónleikur

Fremmand & Frida Andersson í Tøting

x

Fremmand (DK/FO):
Bólkurin spælir New Wave tónleik, við einum norðurlendskum ljóði.
Fremmand komu á gøturnar við teirra fyrstu útgávu í fjør. Í samband við hesa útgávu, fóru tey á tour við heimskenda amerikanska bólkinum, Black Rebel Motorcycle Club.
Føroyska sangarinnan í bólkinum Jana Hjalgrímsdottir skrivar tekstirnar á føroyskum og enskum, og eitt nú lagið “Í Sprekkunum”, hevur fingið serliga góða móttøku í Føroyum.
Á útgávuni luttaka millum annað gestatónleikarar sum Euan Dickinson úr Massive Attack and Peter Hayes úr Black Rebel Motorcycle.
Fremmand eru í løtuni í holt við at leggja seinastu hond á teirra aðru útgávu.
Føroyska Jana Hjalgrímsdóttir kenna fleiri helst aftur frá bólkinum Marigold, sum var virkin um aldarmótið.

Sí sjónbandalagið “Í Sprekkunum” her:
https://www.youtube.com/watch?v=k_wdX093kkw

Frida Andersson (FI):
Frida er tað tey kalla Finlandssvensk singer/songwriter úr Ekenäs í Finnlandi.
Frida byrjaði sína tónleikaleið í heimbygdini, har hon oftast spældi í eini kaffistovu saman við systrum sínum, og pápa hennara, trubadurinum Bosse Andersson.
Umframt at verða ein framúr góð sangarinna, er hon somuleiðis dugnalig sum gittaristur, songskrivari og ljóðtøkningur.
Í 2007 gjørdi Frida sáttmála við plátufelagið Cosmos Music Group, og kom út við síni fyrstu plátu “Busy Missing You”.
Í 2011 flutti Frida til Stockholm, har hon arbeiddi víðari við tónleiki sínum, og hevur nú fleiri útgávur á baki.
Í 2013 var hon kosin “Årets Kvinnliga Artist” á Vegaprisgalan í Vasa.
Seinni sama ár, var hon sum tour sum sangarinna við Bo Kaspers Orkestra.
Nú er Frida aktuell við finnlandssvenskum vísum, ið vóru skrivaðar í samband við at Finnland hátíðarhelt 100 ár sum sjálvstøðug tjóð.

https://www.youtube.com/watch?time_continue=86&v=UtigXNANSCQ

Atgongumerki á 150 kr. (Limir í Grót 100 kr.) fáast við dyrnar frá kl. 20.30.
18 ár og yngri hava ókeypis atgongd.

Address

Tøting

Við Júksnará 9
513 Syðrugøta
Eysturoy

Date

20 Sep

Price

Limir 100 kr. 150 DKK