26 Oct
Suðuroy
Free
Bókmentan

Fyrilestur: Alheims farsóttir seinastu 200 árini

x

Hvat kunnu vit læra við at lýta aftur á søguligu gongdina við teimun stóru farsóttunum og alheimsfarsóttunum – eitt nú pestin, spanska sjúka, pokur, kolera og meslingar? Nýggjur støddfrøðiligur frymil gevur okkum innlit í hvussu framtíðar farsóttir menna seg – herundir covid-19-alheimsfarsóttin.
Søguliga er mannaættin farin ígjøgnum ógvisligar farsóttir og alheimsfarsóttir, sum hildu fólkatalinum niðri. T.d. pest, pokur, kolera, meslingar og krím sum sponsk sjúka gekk í øllum heiminum í 1918-20. Tann seinasta týndi um 1-2% av heimsin íbúgvum, svarandi til at meira enn 50 milliónir fólk vildu doyð, um ein líknandi alheimsfarsótt tók seg upp í dag.
Runt allan heimin arbeiða granskarar við at avdúka nútíðar hóttanir, og at verða kunnugur við framtíðar stóru alheimsfarsóttir, sum kunnu stinga seg upp. Hvat fyri virus kann tað so verða? Og er vandi fyri at tað blívur líka so drepandi sum í gomlum døgum. Kunnu vit steðga tí?

Address

Miðlatún

Vágsvegur 57
900 Vágur
Suðuroy

Date

26 Oct

Price

Free