25 Nov
Tórshavn (capital)
Free
Ráðstevnur
Verkstovur

FYRILESTUR: BURÐARDYGD OG MATOYÐSL

x
Book now

Sum liður í røðini av tiltøkum um burðardygga matgerð í ferðavinnuni, ið Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn skipa fyri í vetur, verður bjóðað til fyrsta tiltaki, ið ber heitið “Burðardygd og matoyðsl”. Øll, sum arbeiða í og eru áhugað í ferðavinnuni, kunnu tekna seg.

Burðardygd, COP26, matvørutrot og ein heimur í stórari broyting. Veðurlagsbroytingarn, umhvørvi og burðardyggari loysnir hava ongantíð verið meira á breddanum enn júst nú. Vit kenna øll ein tørv á at gera mun, men fyri nógv kann tað tykjast møtimikið. Soleiðis nýtist tað tó ikki at vera, og allur bati bøtur, ikki minst tá tað snýr seg um matframleiðslu- og nýtslu, har tað við smærri broytingum ber til at gera stóran mun, fyri umhvørvið, náttúru og fyri búskapin hjá tær og tíni fyritøku.

Á fyrsta tiltakinum i í røðini fara vit at seta sjóneykuna á matoyðsl og hvussu vit við smærri inntrivum og betri planlegging kunnu sleppa undan at tveita mat burtur. Ferðavinnan er drívmegin, tá tað snýr seg um nýhugsan innan mat og matgerð. Ferðavinnan kann eisini verða drívmegin, tá tað snýr seg um burðardyggari matgerð.

Mett verður, at ein triðingur av heimsins mati fer til spillis. Støðan man vera nakað hin sama í Føroyum, og hetta skal broytast. Verkstovan fer at vísa á ítøkilig átøk til tess fyribyrgja hesum.

Á tiltakinum fara serkøn innan ymisk øki at greiða frá, hvussu til ber at brúka mattilfeingi til fulnar. Umrøtt verður m.a. fyrimunin við at nýta stuttflutta rávøru, hvussu ein matstova við smáum, men

munagóðum broytingum kann oyðsla minni og samstundis spara nógvan pening og harvið betra um raksturin, hvussu burturkast kann endurnýtast og annað.

Fyrilestrahaldarar eru:

  • Sally Rasmussen, “Wise up on waste” (EN) – at minka um matoyðsl á matstovum.
  • Rógvi Mikkelsen, Hotel Brandan – burðardygg átøk á hotellinum.
  • Ejler Johannesen, marknaðarføringsleiðari hjá P/f Poul Hansen og Á-handli, fortelur um átøk, ið hava til endamáls at minka um matoyðsl.
  • Beinta H. Thomsen, Brennistøðin – sundurskiljing av ruski.
  • Sunniva G. Mortensen, Slow Food Føroyar – um teirra virksemi.

 

Á tiltakinum fer Slow Food Føroyar at borðreiða við góðari súpan av avlopsgrønmeti. Eisini verða banankøkur við avlopsfrukt at fáa í steðginum.Fyrilestrarnir verða hósdagin, 25. november frá kl. 13:00 til 16:00 í Reinsarínum í Havn.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding. Melda teg til tiltakið her.

Neyðugt er at vísa koronupass við hurðina.

Address

Reinsaríið og Perlan

Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

25 Nov

Price

Book now Free