26 Oct
Suðuroy
Free
Børn & Ung
Annað

Fyrilestur við Gitte Klein

x

Skíggjar fylla alt meiri í gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Hyggja vit okkum í kring, síggja vit børn og vaksin við høvdinum í einum skíggja. At hetta ikki er gott ella ynskiligt, vita vit væl, samstundis sum vit ippa øksl, tí framtíðin er talgild. Men framtíðin er vónandi meiri og annað enn talgild. At talgildir miðlar eru komnir fyri at vera merkir ikki, at vit sum foreldur og samfelag, skulu lata standa til. Skulu vit tryggja okkum, at børn okkara hava eina góða heilsu – bæði sálar- og likamliga, at tey duga sosialar førleikar, eru væl fyri málsliga, trívast og mennast, mugu vit taka nøkur skilagóð atlit í mun til skíggjanýtsluna hjá teimum. Á fyrilestrinum verður greitt frá nýggjastu granskingini á økinum, eins og kjakast verður um aldursmark, innihald og tíðarnýtslu.
Fyrilestur við Gitte Klein.
Gitte Klein er útbúgvin sálarfrøðingur og lærari og hevur eina Master í positivari sálarfrøði.
Gitte hevur, seinastu 12 árini hildið fyrilestrar um børn og skíggjar. Hon hevur skrivað tvær bøkur: Sálarheilsa og trivnaður í verki og Talgilda framtíðin – hvussu fyrireika vit børn og ung á bestan hátt.

Address

Miðlatún

Vágsvegur 57
900 Vágur
Suðuroy

Date

26 Oct

Price

Free