27 Dec
Norðoyggjar
Free
Annað

Fyrilestur við Silasi Olofson

x

Føroya Fuglafrøðifelag skipar fyri forvitnisligum fyrilestri við Silasi Olofson um fuglalív og náttúru í Mongolia.
Silas býr og starvast í Mongolia, og er bæði dugnaligur fuglafrøðingur og myndamaður. Hann brúkar nógva tíð í mongolsku náttúruni, sum hevur eitt ríkt og spennandi fugla- og djóralív. Til fyrilesturin kemur Silas, umframt at greiða frá, at vísa fram sítt myndaarbeiði.
Eftir framløguna verður høvi til prát og ein drekkamunn.
Tiltakið verður í Spaniastovu í Klaksvík 27. desembur kl 19. Tiltakið er ókeypis, øll eru vælkomin!

Til teirra, sum hava áhuga í at fylgja við, hevur Silas Olofson ein blogg um sínar hugtakandi fuglatúrar í Mongolia á www.birdingmongolia.wordpress.com

Address

Spaniastova

Klaksvíksvegur 84
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

27 Dec 19:00

Price

Free