12 Jun
Suðuroy
Free
Søga & arvur
Náttúra & uttandura
Annað

Gakk & Bint á Tvøroyri

x

Hey øll, sum tíma at BINDA
“Gakk og bint” er eitt ókeypis tiltak, ið heiðrar bindiáhugaðum.
Altjóða heitið á degnum er World Wide Knit in Public Day, eisini nevnt KIP.
“Gakk og bint” er dagurin, tá øll kunnu fara út á geilar og strætir at binda. Hesi seinastu árini hevur “Gakk og bint” verið hildið víða um annan leygardag í juni mánaða.

Á Tvøroyri hittast vit á spæliplássinum á Tvøroyri kl. 13.00. Møguleiki er at blíva sitandi á spæliplássinum og binda ella at ganga ein lættan túr. Minst til at hava stokkarnar við. Vit bjóða kaffi/te og okkurt gott afturvið.
Vilt tú vita meira um “KIP”so kanst tú fara inn á Facebook, youTube ella google og finna World Wide Knit in Public Day.

Address

Spæliplássið á Tvøroyri

2 Sornhúsvegur
800 Tvøroyri
Suðuroy

Date

12 Jun 13:00 - 15:00

Price

Free