GELPRENT Leygardagur "á Fossánesi".
Book nowVit arbeiða stig fyri stig frá tí heilt einfalda til tað meiri krevjandi. Vit taka mynstur úr náttúruni, gerandisdegnum og ítrivsheiminum inn í myndaevnini. Vit styrkja um litvitan í verki og finna fram til litir í løgum, heldur enn at blanda fram litirnar.
Øll amboð og alt tilfar, sum luttakararnir brúka í arbeiðinum á verkstovuni, standa klár frá byrjan tvs. plátur, amboð, svertur í fleiri litum og óavmarkað royndarpappír.
Tó kunna fleiri hágóðskuprentørk keypast á verkstovuni.
Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.
Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.
Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.
Ver í arbeiðsklæðum.
(Tilmelding er neyðug)
“Verkstovan er samstarv millum LITBRIGDI og Kvøldskúlan í Hvannasunds Kommunu.”
Address
Norðdepil
730 Norðdepil
Norðoyggjar
Date
26 Feb 11:00 - 17:00