15 Feb
Tórshavn (capital)
175 DKK
Filmar

Geytin 2020

x
Book now
Føroyskt filmskvøld

Nýggir, føroyskir stuttfilmar verða vístir fram. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur filmsvirðislønina Geytin á 30.000 kr, sum  vinnarin fær handaða saman við geytastandmyndini.
Áskoðararnir fáa eisini høvi at velja sín yndisfilm, og vinnarin av áskoðaravirðislønini fær 25.000 kr, sum Tórshavnar Kommuna letur.
Í ár verður Áskoðaravirðislønin avgreidd talgilt á fartelefonini í samráð við Sona appina.

Verturin er Finnur Koba.

Geytakvøldið verða úrvaldu filmarnir sýndir eftir hesi skrá:

Klippfiskvinnari 2019
PÁPAR MUGU IKKI FORSKREKKJAST – Jónfinn Stenberg

GEYTIN: úrvaldu filmarnir 2020
VIÐ FYRSTA EYGNABRÁ – Esther á Fjallinum 2019
VERKIR (partur 1 av 3) – Theresa & Karina Jákupsdøtur 2019
HVÍ ERU VIT HER? – Búi Dam & Dánjal á Neystabø 2019
ÓSØGD ORÐ – Nóllywood 2019
TRØLLABEIGGI Gudmund Helmsdal 2019
THE RIVER – Atli Brix Kamban 2019
SMOOTHIE BABY – Nóllywood 2019
VIT/KENSLUR – Nóllywood 2019

Geytadómsnevndin 2020
Í dómsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, Filmsfelagið, sum er formaður, Gunn Hernes, Norðurlandahúsið, Jan Berg Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Ingibjørg Oddmarsdóttir, Tórshavnar Kommuna og Ivan Niclasen, Kringvarp Føroya. Innboðin gestadómari er Anita Reher frá Nordisk Panorama.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

15 Feb 19:30

Price

Book now

Vanligt 175 DKK