02 Oct
Norðoyggjar
Free
Matur & Drekka
Tónleikur

Góður leygardagur eftir Klaksvíksvegnum

x

Í samband við nýggja tónleikaútgávu verður hugnalig móttøka í Føroya Bjór eftir Klaksvíksvegnum 19,  leygardagin 2. oktober millum 16 – 18.

Á skránni verður føroyskur kafétónleikur, øl og sodavatn, og gjørt verður eitt sindur burturúr nýggju sangunum hjá Steintóri Rasmussen. Møguleiki verður sjálvandi eisini at ogna sær fløguna, Eftir Klaksvíksvegnum, sum júst er útkomin.

Talan er ikki um eina drive-in konsert, men øll, sum ikki eru á fjalli hendan dagin, hava sjálvandi gott av túrinum aftur í eitt søguligt og mentanarligt  umhvørvi, har borðreitt verður við fyrstafloks bryggi av lokalt framleiddum drykkivørum og tónleiki.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Address

Føroya Bjór

Klaksvíksvegur 24
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

02 Oct 16:00 - 18:00

Price

Free

Organiser