22 Dec
Eysturoy
Free
Børn & Ung
Tónleikur
Trúarlív

Gøtu kirkju Ungdómskór syngur jólini inn

x
Book now

Siðvanda Jólakonsertin, har Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur jólini inn 4. sunnudag í advent, varð fullteknað eftir lítlari løtu. Vit hava tí avgørt at hava eina eykakonsert týsdagin 22. desember í Gøtu kirkju kl. 19.30
Her verða nýggir og gamlir jólasangir framførdir. Kirkjan hevur vanliga verið stúgvandi full, í 2019 vóru soleiðis 550 áhoyrarar til konsertina, men vegna frástøðukrøvini sleppa bert 130 inn í ár – tí er neyðugt at tekna seg frammanundan. Um tit eru fleiri sum luttaka saman, ber til at fylla fleiri nøvn inn niðanfyri.
ØLL MUGU SKRÁSETAST.
Kórið verður sum altíð, sera væl fyrireika, til at geva okkara áhoyrarum tí best møguligu jólakonsertina.
Konsertin er ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til raksturin av kórinum, og tær verkætlanir, sum kórið hevur fyri framman.
Til ber at skráseta sína luttøku her. Tá fult er sigur skipanin sjálv frá: https://www.formdesk.com/VRG/GKU-Christmas-Konsert_22_des

Address

Gøtu Kirkja

Gøtuvegur 7
511 Gøtugjógv
Eysturoy

Date

22 Dec 19:30

Price

Book now Free