12 Mar
Eysturoy
Free
Annað

Grækarismessuhald í Runavík

x
Várið er sanniliga í nánd, tá ið fyrstu tjøldrini hoyrast og síggjast. Tað ber boð um ljósari tíðir og grækarismessuhaldið nærkast.
Eins og undanfarin ár skipar Visit Runavík saman við skótunum fyri Grækarismessuhaldi í Skótahúsinum við Løkin í Runavík fríggjadagin 12. mars kl. 17.00.
Dagurin er ein hugnaligur dagur við røðu og hornblástri. Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu. Jógvan Á Lakjuni flytir fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Tiltakið er vanliga ein tíma.
Runavíkar kommuna

Address

Skótahúsið við Løkin

Mýravegur 24
620 Runavík
Eysturoy

Contact

Website

Date

12 Mar 17:00

Price

Free