31 May
Suðuroy
Free
Palllist
Tónleikur

Greta Svabo Bech á mentanarnáttini

x

Tað er okkum ein gleði at kunngera enn eitt fantastiskt tónleikanavn til ársins mentanarnátt. Tað er framúr dugnaliga Greta Svabo Bech, úr Miðvági, ið kemur at framføra fyri okkum.
Greta hevur heilt serligar, tónlistarligar dygdir, ið m.a. hava ført við sær samstarv ið heimskenda, kanadiska tónasmiðin Deadmau5 og italska bólkin the Bloody Beetrots. Lagið “Raise your weapon”, ið Greta legði rødd til fyri Deadmau5, kom enntá inn á heimskenda amerikanska Billboard Hot 100. Lagið hevur havt góðar 65 milliónir hyggjarir á Youtube, sí https://www.youtube.com/watch?v=YnwfTHpnGLY Greta er ikki bert kend í Føroyum, men eisini uttanfyri landoddarnar – hyggja vit at Spotify, so hevur Greta ikki færri enn 171.580 mánaðarligar lurtarar í skrivandi stund. Greta vann heiðurin sum ársins kvinnuligi sangari, á FMA, í 2014 og 2015. Í 2015 vann hon eisini heiðurin fyri ársins sjónbandalag fyri lagið Broken Bones – sí https://www.youtube.com/watch?v=QqqxOlIjQjc
Greta er háaktuell við nýggja lagnum “All my bones”, ið hevur ligið á Youtube tveir mánaðir. Lagið kann njótast her https://www.youtube.com/watch?v=xuIc7nB6wiA
Greta letur heilsa, at hon gleðir seg til at koma suður at spæla sín tónleik. Tað sama gera vit og vit vóna at síggja eina rúgvu av fólki í og við mentanartjaldið fríggjakvøldið hin 31. mai.

Almenna heimasíðan hjá Gretu er at finna her https://www.gretasvabobech.com/

Address

Tvøroyrar Miðbýur

Tvørávegur
800 Tvøroyri
Suðuroy

Contact

Website

Date

31 May 20:00 - 20:45

Price

Free