02 Oct - 17 Oct
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

Framsýning: Guðrið Poulsen og Buller Hermansen

x

Fríggjadagin 2. oktober kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Guðrið Poulsen og Buller Hermansen upp í Galerie Focus í Doktara Jakobsensgøtu 15 í Havn.

 Framsýningin er opin til 15. oktober, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.

 Guðrið Poulsen (1961) er keramikari og hevur síðan 1986 sýnt fram í Føroyum, Týsklandi, Norðurlondum, USA og aðra staðni Hon er tann fyrsti føroyingurin sum arbeiðir professionelt við keramikk. Fyrstu serframsýningina í Listaskálanum hevði hon í 2003 við heitinum Spor og síðani í 2013, MillumRúm. Hennara verk fevna um gagnlist til listaverk á høgum støði. Hennara skulpturar eru, í formi og liti, hugmyndir av náttúruni. Guðrið Poulsen gjørdi í 2015 eina 2 metur høga uttandura standmynd úr keramikki í Odense.

 Buller Hermansen (1945) er úr Odder í Danmark og er keramikari. Hon hevur, eins og Guðrið Poulsen, eisini egið keramiskt verkstað, og er væl útbúgvin innan keramiskt virksemi, hon hevur haft óteljandi framsýningar í Danmark. Eisini sýnt fram í Týsklandi, Norra, Svøríki og USA. Hon hevur gjørt fleiri uttandura keramiskar standmyndir. Og hon verður eisini við til ferniseringina fríggjadagin 2. oktober.

Address

Galerie Focus

Dr. Jakobsensgøta 15
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

2 Oct 2020 16:00 - 18:00
3 Oct 2020 16:00 - 18:00
6 Oct 2020 15:00 - 18:00
7 Oct 2020 15:00 - 18:00
8 Oct 2020 15:00 - 18:00
9 Oct 2020 15:00 - 18:00
10 Oct 2020 16:00 - 18:00
13 Oct 2020 15:00 - 18:00
14 Oct 2020 15:00 - 18:00
15 Oct 2020 15:00 - 18:00
16 Oct 2020 15:00 - 18:00
17 Oct 2020 15:00 - 18:00

Price

Free