HÁPRENT Verkstova "fyri UNG" Í Fuglafirði
Book now“Verkstovan er ætlað byrjarum og royndum”
Vit skera í ymiskt tilfar, so sum Linolium, Speedy-carve, Speedy-cut og Speedy-cut easy.
Vit royna pressuteknikkir við pressu, B-pressu baren og skei.
Alt stendur klárt til tín tá ið tú møtir so sum amboð, tilfar, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.
Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.
Kaffi, te, og okkurt afturvið fæst í steðginum.
Verkstovan verður tillagað luttakarunum.
Ver í arbeiðsklæðum og tú ert vælkomin at hava egin myndaevnir við sum íblástur til tíni prent.
(Tilmelding er neyðug)
Kostnaður 600,-
Address
Gallarí Ribarhús & Piddasahandil
í Støð 14
530 Fuglafjørður
Eysturoy
Date
21 Mar