29 Nov
Tórshavn (capital)
50 DKK
Palllist

Havboka

x
Book now

Langt niðri á havsins botni fjalir Grønlandshávurin seg, havsins ótespiligi valdsharri, sum kann gerast meira enn 500 ára gamal. Á vatnskorpuni sita tveir menn í einum lítlum báti og royna at fanga hávin. Men hvør jagstrar veruliga hvønn?

Bæði í bókmenta- og leiklistahøpi hevur tað eydnast Havboka sera væl. Skaldsøgan eftir norska rithøvundan Morten A. Strøknes, gjørdist ein metsølubók og er týdd til 30 ymisk mál. Riksteatret og Nationalteatret í Noregi tóku síðani stig til at gera leiksýningina, ið gjørdist sera væl móttikin og varð sýnd á øllum stórum pallum kring Noreg. Bæði skaldsøgan og leiksýningin hava vunnið fleiri virðislønir.

Nú ber til at síggja norska leiklistarfilmin Havboka, ið fagnar havsins duldarfullu og alheimsins stóru spurningum. Tá Korona rakti Noreg, bleiv leiksýningin tikin upp í bestu filmsgóðsku, so til bar at sýna leikin uttanfyri vanligu karmarnar í leikhúsinum.  Tí gleðast vit um sýningina her í Norðurlandahúsinum.

Leikgerð: Ole Anders Tandberg eftir skaldsøguni hjá Morten A. Strøksnes.
Framleiðsla: Applaus Scene í samstarvi við Riksteatret.
Leikari: Jan Sælid

Les meira um Havboka her: nationaltheatret.no og vg.no

Gevið gætur:
Vit fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um frástøðu við bert at selja setur á øðrumhvørjum rað. Okkara skipan tekur sær av, at frástøða er ímillum bíløgdu plássini. Um tú bíleggur 1 atgongumerki, situr tú fyri teg sjálvan. Bíleggur tú fleiri, letur skipanin tykkum sita saman. Tað er ikki møguligt at velja eitt ávíst setur í Høllini, skipanin velur best tøku setur. Tó ber til at velja “find nye pladser” fyri at síggja onnur setur.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

29 Nov 15:00

Price

Book now

vanligt 50 DKK