09 Nov - 05 Apr
Tórshavn (capital)
65 DKK
Myndlist

Havið

x

Brúsandi havið er altíð hjástatt, og víddin á havinum er nógvar ferðir størri enn landaøkið í Føroyum. Tað merkir, at Føroyar eru partur av bólkinum Large Ocean Nations, Stórhavstjóðir. Tí er tað natúrligt, at fleiri ættarlið av listafólki hava fingið íblástur úr havinum kring okkum.

Samstundis sum havið er eitt umráðandi tilfeingi fyri fiskivinnuna, er tað eisini tongt at nattúrumegi, stúran og missi. Hugsanin um havið hevur altíð verið umgird av lagnutrúgv, mystikki og virðing, sum eisini sæst aftur í listini.

Evni sum dálking av heimshøvunum er komið á dagsskránna í heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning, og hetta er eisini eitt umráðandi sjónarmið í framsýningini.

Á framsýningini ber til at uppliva fleiri enn 100 listaverk eftir okkara fremstu listafólk. Stóra serframsýningin savnar eldri og nýggjari list í alskyns tøkni og setur verkini í eina felags rammu – gamlir, siðbundnir málningar av bátum og skipum kunnu upplivast lið um lið við eitt stórt segl úr mannahári og einum sjónbandi um kópakonuna.

 

https://art.fo/framsyningar/framsyning/123

Address

Listasavn Føroya (National Art Gallery)

Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

09 Nov - 05 Apr Every: Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

65 65 DKK