21 Nov
Tórshavn (capital)
Free
Tónleikur

HAVNAR JAZZFELAG 45 ÁR

x
Book now
HAVNAR JAZZFELAG 45 ÁR
21. novembur fara vit at hátíðarhalda 45 ár við Havnar Jazzfelag. Og tað gera vit við eini spennandi skrá, sum hevur alt møguligt at bjóða uppá.
KL. 14:00: JAZZKRASJ – ÓKEYPIS BARNA- OG FAMILJUTILTAK
Jazztónleikur kann vera stuttligur ella syrgin, skjótur ella seinur, rútmiskur ella flótandi, fjákutur ella blíður – og øll kunnu finna tann jazztónleikin, sum teimum dámar best.
Á einari óvanligari ferð gjøgnum jazzsøguna fara vit at læra um alt frá swing til bebop, trip-hop, free jazz og funk.
Vit lova tær, at tú verður eitt betri og meira jazzut menniskja – og at tú finnur títt yndis slag av jazzi, áðrenn dagurin er av.
GG! Konsertin er einans fyri børn – og fyri tey, sum enn minnast, at tey einaferð vóru børn.
Tónleikarar: Torleik Mortensen, Hjørtur Pætursson Háberg, Johan Hentze, Kristian Pauli Ellefsen, Eirikur Skála. (Gevið gætur – allir luttakandi tónleikarar hava einaferð sjálvir verið børn)
Jazzfrásøgufólk og fyriskipari: Lasse Jæger
KL.19.00 – VÆLKOMIN
Havnar Jazzfelag bjóðar vælkomin í Reinsaríið til føðingardagskøku, okkurt drekkandi og jazz.
KL.19.30 – ODDUR KVINTETT
Oddur Kvintett er ein verkætlan hjá Odduri Joensen, ið er kendur gittaristur á føroyska tónleikapallinum, har hann m.a. spælir gittar hjá Bárða á Lakjuni og Funksjón.
Tónleikurin, ið teir fimm spæla, kann lýsast sum americana, rock og filmstónleikur settur í ein improvisatoriskan samanhang. Tónleikurin dregur íblástur frá Julian Lage, Bill Frisell og Ennio Morricone.
KL.21.00 – NORÐURGLÓÐ
NORÐURGLÓÐ við oddamanninum, Arnold Ludvig, er ein føroyskur jazz bólkur við skiftandi manning.
Bólkurin fer at spæla løg, sum eru útgivin hjá TUTL Records, innanfyri tey seinastu 22 árini. Talan er um løg eftir Arnoldi Ludvig, Magnusi Johannesen, Leivi Thomsen og øðrum.
Kl.22.00 – FØÐINGARDAGS JAMM!
Øll eru vælkomin at taka lut í Jazz jamm, til tiltakið endar.
*GG frá klokkan 19:00 kostar tiltakið 100 kr., og atgongumerkir fáast á torsgota.fo

See Less

Address

Reinsaríið

Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

21 Nov 14:00 - 23:00

Price

Book now Free