16 Jun
Tórshavn (capital)
Free
Tónleikur

Havsins aldingarður og fuglanna ferð

x
Book now
Ein myndaferð við Harald Bjørgvin og Silas Olofson

Havsins aldingarður v/Harald Bjørgvin:
Harald leiðir okkum inn í ein heim, har ljósið spælir sær í føroyskum skógi, sum sveiggjar í aldustevi. Soleiðis letur hann upp ein tølandi heim undir vatnskorpuni. Hesin heimur er fjaldur fyri teim flestu, og tí er týdningarmikið at vit geva okkum far um hendan vakurleika soleiðis, at vit øll verða tilvitað um at verja náttúruna.

Harald hevur eisini útgivið eina bók við myndum tiknar undir vatnskorpuni. Til mestsum allar myndirnar er ein upplivingartekstur sum Harald sjálvur hevur skrivað, og ein fakligur tekstur skrivaður av Jan Sørensen, lívfrøðingi. Teksturin er eisini týddur til enskt. Bókin, “Havsins aldingarður // Blue Eden” fæst í bókhandlunum kring landið, og kann eisini hendan dagin keypast í Norðurlandahúsinum fyri kr 400.

Fuglanna ferð v/Silas Olofson:

Hvar fara teir? Og hvaðani koma teir? Vit fara í hesum fyrilestri at hoyra um føroysku fuglarnar og síggja áhugaverdar myndir. Vit fylgja fuglunum á teirra leið frá vetrarvist til búpláss – í teirra bardaga fyri lívi, føði og nøring. Vit síggja fuglarnar í eygnahædd og kanska síggja vit okkum sjálvi aftur? Hava vit skund sum ternan, sum ongantíð er í frið? Eru vit staðbundin sum músabróðurin, sum ikki kundi droymt at reikað víða? Ella hvørjum líkjast vit?

Vit seta sjóneykuna á fuglamargfeldið Føroya, lýst við myndum, sum Silas Olofson hevur tikið.

Tiltakið er ókeypis, tó krevst tilmelding, hetta fyri at gera tað møguligt at smittuspora og fyri at tryggja, at pláss er til øll.

Hevur tú verið og ferðast? So ert tú vælkomin til tiltøk í Norðurlandahúsinum aftaná tú hevur fingið eina negativa test á 4. degnum eftir komu til Føroya.
Tú ert eisini vælkomin 8 dagar eftir at tú ert liðug/ur koppsett/ur.
Norðurlandahúsið fylgir tilmælunum frá myndugleikunum um frástøðu.
Takk fyri at verja teg sjálvan og onnur.
Les meira um trygdina í Norðurlandahúsinum her.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

16 Jun 19:00

Price

Book now Free