15 Mar - 29 Mar
Eysturoy
Free
Myndlist

Framsýning: Heðin Kambsdal 70 ár

x
Sunnudagin 14. mars verður Heðin Kambsdal sjeyti ár. Í Ribarhúsi kl 16 henda dag letur upp ein framsýning við bæði yngri og eldri málningum, sum Heðin hevur málað. Fuglafjarðar sangkór syngur tvey løg, Dávur Juul, borgarstjóri, flytur fram røðu og ein góður kaffimuður verður afturvið.
Í samband við 70 ára dagin er gjørd ein serlig løriftsmynd við Heðinsa penslastrokum gjøgnum tíðina, sum tað ber til at ogna sær, meðan framsýningin hongur uppi. Løriftsmyndin er gjørd í avmarkaðum tali.
Gallarí Ribarhús er opið mán. – frí. kl. 15 – 17.30 og ley. kl. 11 – 14, eins og Piddasahandil. Lúkukaffi, kaféin í Ribarhúsi, er opin mik. & frí. kl. 15 – 17 og hós. kl. 11 – 17, tá suppa er á middegi. Framsýningin hongur uppi til 29.mars.

 

Address

Gallarí Ribarhús & Piddasahandil

í Støð 14
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

15 Mar - 29 Mar Every: Mon
15:00 - 17:30

Tue
15:00 - 17:30

Wed
15:00 - 17:30

Thu
15:00 - 17:30

Fri
15:00 - 17:30

Sat
15:00 - 17:30

Sun
15:00 - 17:30

Price

Free