14 Mar
Eysturoy
Free
Myndlist
Handlar
Matur & Drekka

Fernisering: Heðin Kambsdal 70 ár

x
Sunnudagin 14. mars verður Heðin Kambsdal sjeyti ár. Í Ribarhúsi kl 16 henda dag letur upp ein framsýning við bæði yngri og eldri málningum, sum Heðin hevur málað. Fuglafjarðar sangkór syngur tvey løg, Dávur Juul, borgarstjóri, flytur fram røðu og ein góður kaffimuður verður afturvið.
Í samband við 70 ára dagin er gjørd ein serlig løriftsmynd við Heðinsa penslastrokum gjøgnum tíðina, sum tað ber til at ogna sær, meðan framsýningin hongur uppi. Løriftsmyndin er gjørd í avmarkaðum tali. Einstakir málningar eru til sølu. Tað ber til at keypa teir frá kl. 16 sunnudagin – ikki fyrr.
Gallarí Ribarhús er opið mán. – frí. kl. 15 – 17.30 og ley. kl. 11 – 14, eins og Piddasahandil. Lúkukaffi, kaféin í Ribarhúsi, er opin mik. & frí. kl. 15 – 17 og hós. kl. 11 – 17, tá suppa er á middegi. Framsýningin hongur uppi til 29.mars.

Address

Gallarí Ribarhús & Piddasahandil

í Støð 14
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

14 Mar 16:00

Price

Free