11 Mar
Tórshavn (capital)
50 DKK
Filmar

Heimildarfilmur: Aalto (FI) - morgunsýning

x
Book now
‘Why build ordinary, when we can create a paradise’

Fleiri kenna natúrliga sniðið á vasunum og óivað eisini fleiri av møblunum hjá Alvar Aalto, sum t.d. eru í kaféini í Norðurlandahúsinum. Í heimildarfilminum um Aalto, fært tú størri innlit í lív og arbeiði hansara.

AALTO er søgan um Alvar og Aino Aalto. Heimskendir, finskir modernistar og meistarar innan arkitektur og sniðgeving, ið bæði høvdu tokka til natúrligu byggilistina á menniskjansligum støði og høvdu tey bæði eina felags ætlan um at mynda ein betri og meira fólkaræðisligan heim. Vit fylgja kærleikssøguni,  skapandi arbeiðsgongdum og vitja ikonisku bygningar teirra kring heimin. Harumframt kava vit niður í litríku søgu modernismuna og hitta eisini Rockefellers, Le Corbusier og László Moholy-Nagy.

Aino doyði í 1949. Alvar varð giftur uppaftur við enn einum arkitekti, Elissa Aalto, og bleiv tíðarskeiðið í 1950’inum eitt tað mest týðandi. Hann helt fram at arbeiða til hann andaðist í 1976.

Filmurin er bygdur á djúpgongdar rannsóknir og tað eru sjónarvitnir og granskarar úr øllum heiminum, ið greiða frá.

Trygd
Vit fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um frástøðu. Okkara skipan tekur sær av, at frástøða er ímillum bíløgdu plássini. Um tú bíleggur 1 atgongumerki, situr tú fyri teg sjálvan. Bíleggur tú fleiri, letur skipanin tykkum sita saman. Tað er ikki møguligt at velja eitt ávíst setur í Høllini, skipanin velur best tøku setur.
Avmarkað mongd av atgongumerkjum eru til sølu. Í mesta lagi 100 áhoyrarar sleppa inn í Høllina.

Sí Covid-19 kunning.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

11 Mar 19:00

Price

Book now

Vanligt 50 DKK