24 Jul
70 - 298 DKK
Festivalar
Filmar

Heimildarfilmur: North by Current

x
Book now

Leikstjóri/Director: Angelo Madsen Minax
2021 | USA | 86 min
Enskt | Enskir undirtekstir
English | English subtitles

Tá ið lítla systurdóttirin doyr undir gátuførum umstøðum, ger Angelo Madsen Minax av at flyta aftur til amerikonsku heimbygdina at gera ein film um atsóknirnar móti familjuni. Við heimaupptøkum og samrøðum frá nýggjari tíð avdúkar heimildarfilmurin evni sum misbrúk og viðurkenning og vísir á hárfína markið millum veruleika og uppspuna, ið finst í øllum familjum.
Við myndatólinum vendum ímóti sær sjálvum verður Madsen eisini noyddur at greina sítt egna samband við maskulinitet og trans-identitet, meðan hann spyr seg sjálvan, hvat tað merkir at vera ein góður beiggi. Úrslitið er ein rápersónligur filmur, ein hugvekjandi og avbjóðandi jótran um samleika og familjuábyrgd.

Address



Contact

Date

24 Jul

Price

Book now

Atgongumerki 70 DKK

Festivalpass 298 DKK

Organiser

Faroe Islands International Minority Film Festival

Website
(+298) 263213
danhelgi@fimff.org

av