25 Jul
70 - 298 DKK
Festivalar
Filmar

Heimildarfilmur: Passion +S&S v/Maju Borg, leikstj

x
Book now

Leikstjóri: Maja Borg
2021 | Svøríki, Spania | 95 min
Enskt, svenskt, spanskt | Enskir undirtekstir

+Spurningar og svar við Maju Borg, leikstjóra, eftir sýningina.

Eftir at hon er rýmd undan einum niðurbrótandi parlagi, fer filmsmakarin Maja Borg eina leitingarferð inn í tað evropiska kvir-umhvørvið og kristna norðurevropiska siðaarvin, har ið hon finnur ugga bæði í kristindómi og BDSM. Við fyrsta eygnabragd eru hesir felagsskapir so langt hvør frá øðrum, sum til ber, men í tilgongdini at læra teirra grøðandi eginleikar at kenna birtist ein skyldskapur. Borg er íðin eftir at krevja aftur mista álitið, nærleikan og síni persónligu mørk, og tað er gjøgnum kvir-BDSM-umhvørvið, at hon verður ment at rannsaka burturgloymda trúararvin. Við at nýta ritual og spæl frá báðum heimunum byrjar Borg at viðurkenna egnar lystir, andlit til andlits við myrkastu sannleikar fyri at koma víðari. Hesin rápersónligi filmur um at vera øðrvísi og um algongdu tráanina eftir at kenna seg heila myndar okkum søgurnar hjá kvir-BDSM-arbeiðarum í Berlin, Stockholm og Barcelona. Vit sleppa heilt inn í menniskjansliga kjarnan í hesum virksemi.

Í samstarv við Filmshúsið.

Address



Contact

Date

25 Jul

Price

Book now

Atgongumerki 70 DKK

Festivalpass 298 DKK

Organiser

Faroe Islands International Minority Film Festival

Website
(+298) 263213
danhelgi@fimff.org

av