14 Aug
Tórshavn (capital)
Free
Ráðstevnur

Hetta landið er mítt - hvørsmansrættur í Føroyum

x
Fyrilestrar og pallborðskjak

Rætturin at ganga í haganum stendur á politisku dagsskránni. Ferðavinna, bóndur og gongufólk hava hvør síni áhugamál.

14. August spyrja vit: skulu vit hava hvørsmansrætt í Føroyum?

Flutningsfeløg og hotel vilja hava fleiri ferðafólk. Men fólk á smáplássum halda, at tey longu eru ov mong.

Summastaðni kostar tað nú at fara í hagan. Men gongufólk finna seg ikki í, at tey skulu rinda fyri at njóta okkara egnu náttúru.
Hetta landið er mítt, syngja vit. Men ferðafólkavinnan hevur skapt stríð um, hvør skal hava ræðisrættin yvir landinum.

Í fleiri grannalondum – m.a. í Svøríki – hava tey sonevndan hvørsmansrætt. T.e. rætturin at njóta náttúruna, um ein ikki er øðrum til ampa. Men hvat inniber hetta í praksis? Og hvørjar avmarkingar eru?

Og hvat siga bóndur, gongufólk og ferðavinna til uppskotið um, at vit skulu hava hvørsmansrætt í Føroyum?

Vælkomin í Norðurlandahúsið 14. august kl. 19:00.

Skráin:
Allemansrätten i Norden
Ulf Silvander, generalsekretær, Svenskt Friluftsliv

Eigarin skal ráða yvir sínari ogn eins ov vit onnur vilja ráða yvir okkara ogn
Jónheðin Tróndheim, løgfrøðingur

Atgongd til náttúruna
Magnus Gaard, næstformaður, Hagafelag Føroya

Ferðavinnan – avbjóðingar og loysnir
Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari, Visit Faroe Islands

Mestamark á ferðafólkatalið
Pól Sundskarð, ferðaleiðari, hiking.fo

Kaffisteðgur

Pallborðskjak og spurningar úr salinum

Orðstýrari: Katrin Petersen

Øll eru vælkomin.

Tiltakið er ókeypis og tú tilmeldar teg við at luttaka á facebook her.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

14 Aug 19:00

Price

Free