15 Oct - 18 Oct
Tórshavn (capital)
30 DKK
Børn & Ung
Verkstovur

Heystfagnaður 2019

x
Book now
Í viku 42 verður Heystfagnaður í Norðurlandahúsinum, og í hesum sambandi fara koreografar og dansarar úr DansiEksperimentinum 2018 at hava dansiverkstovur.

Verkstovurnar eru fyri børn og ung í aldrinum 7-9 ár og 10-14 ár, og eru fyri øll áhugaði, roynd sum óroynd.

 

SKRÁ:

 

Týs. 15. okt. – Jazz við Andreu Joensen

kl.13.00-14.00 – 7-9 ár

kl.14:00-15:00 – 10-14 ár

Mik. 16. okt. Modernað/kreativur dansur við Andreu Joensen

kl.13.00-14.00 – 7-9 ár

kl.14:00-15:00 – 10-14 ár

Hós. 17. okt. HIP HOP við Rannvu Kleyttheggj

kl.13.00-14.00 – 7-9 ár

kl.14:00-15:00 – 10-14 ár

Frí. 18. okt. JAZZ við Andreu Joensen

kl.13.00-14.00 – 7-9 ár

kl.14:00-15:00 – 10-14 ár

Tað er avmarkað pláss á verkstovunum!

Um heystfagnaðin

Tey 17 heimsmálini, endurnýtsla, rørsla og skapan eru evnini á heystfagnaðinum í Norðurlandahúsinum.

Hesar dagarnar fer Norðurlandahúsið at bjóða børnum (og foreldrum) verkstovur, barnafilmar, og hava sum vanligt lesikrók og tekniborð.

Um DansiEksperimentið

DansiEksperimentið er ein árlig dansiverkætlan, ið savnar føroyskar yrkis- og áhugadansarar. Saman við dugnaligum koreografum, og í samspæli við aðrar listagreinar, skipa og skapa vit eina dygdargóða dansiframsýnining. DansiEksperimentið verður aftur á skránni í juli 2020.

Lesið meira um DansiEksperimentið her: https://www.dansieksperimentid.fo/

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

15 Oct - 18 Oct Every: Tue
Wed
Thu
Fri

Price

Book now

Vanligt 30 DKK