17 Oct - 17 Oct
Eysturoy
Free
Festivalar

HEYSTFAGNAÐUR Á EIÐI

x

Setið ein stóran kross í álmanakkan 17. oktober 2020, tí tá verður skipað fyri rimmar tiltaki á Eiði. Tiltakið ber heitið Heystfagnaður og er eitt heystgildi!

Heystartíðin er tíðin, føroyingar flestir gleða seg til. Um heystið er fjallgonga og fletting. Skurðfjøllini verða gingin. Seyðurin verður rikin í rætt, og tann seyðurin, ið skal flettast, verður tikin frá. Seyðaprát, fjallgonga og fletting setur avgjørt sín dám á heystartíðina. Seyðurin fer eisini at seta sín dám á skránna til Heystfagnaðin. Á skránni verður mangt, ið hevur við heystið at gera, og tað verður við støði í seyðahaldi, fletting, siðsøgu og landbúnaði, at tiltakið enn einaferð fer av bakkastokki. Hesuferð sum Føroya bygdasligasta sjónvarp!

Á skránni verður millum annað at gita livandi vekt á veðrið, hespu kapping, rullu- og kjøtpylsu smakking, sofaprát og verkstaðir til børn og barnsligar sálir, eins og besti flettari verður funnin. Seyðurin og alt, ið fæst burturúr seyði, verður sett í miðdepilin. Harumframt fer tónleikur at seta sín dám á Heystfagnaðin, ið verður sendur í sjónvarpinum á Rás 1. Stóri dagurin er leygardagin 17. oktober, men dagarnar frammanundan verða eisini onkkurt sent frá heystfagnaðinum.

Meira verður at frætta um skránna til tiltakið seinni á Facebook síðuni hjá Heystfagnaðinum: www.facebook.com/heystfagnadur

Address


470 Eiði
Eysturoy

Date

17 Oct - 17 Oct Every: Sat

Price

Free