02 Oct
Suðuroy
Free
Matur & Drekka

Heystmarknaður á Tvøroyri

x
Eins og undanfarin ár, so verður eisini í ár skipað fyri heystmarknaði á Tvøroyri. Í ár verður hann leygardagin 2. oktober.
Stjóra tjaldið verður reist í miðbýnum og eftir ætlan fer tjaldið at innihalda mangt áhugavert til tey vitjandi. Sum vanligt er temaið “føroyskt” og ynskja vit, at alt í tjaldinum er av føroyskum uppruna, ella tilvirkað í Føroyum. Grønmeti, fiskur, kjøt, hondarbeiði og annað tílíkt er væl hóskandi.
Tað er ókeypis at bíleggja sær borð til heystmarknaðin. Hevur tú hug til at verða við, ber til at bíleggja sær borð á bn@tvoroyri.fo ella við at ringja á 214614. Upplýsið navn og hvat tað er, ið tit ynskja at selja.
Seinasta freist at melda seg til, er ónsdagin 29. september.
Komandi tíðina, upp til heystmarknaðin, fara vit at kunna meiri um tiltakið.

Address

Tvøroyrar Miðbýur

Tvørávegur
800 Tvøroyri
Suðuroy

Contact

Website

Date

02 Oct

Price

Free