Heystskeið: Burðardygg matgerð og njótilsi - uttan matoyðsl! 13-15 okt.
Book nowÁ hesum tríggja-daga skeiðnum læra vit at matgerða undirmettu stykkini av seyðinum saman við nýupptiknum føroyskum grønmeti og massar av kærleika. Vit taka grøði upp, bretta upp ermar og langa stoypijarnsgrýtuarnar á borðið og matgerða tað, ið aloftast verður tveitt burtur.
Tjógv og bøgir heingja vit at ræsa, meðan vit kasta okkum yvir teir meira undirmettu bitarnar, eitt nú hjørtu, hvítanýru, ryggjastykki, riv, livur og fótamør.
Málið er smakkgóðar máltíðir og at borga fyri tí, hava vit fingið kokkin Gutta Winther at læra frá sær.
Á hesum skeiðnum fara vit millum annað at:
Taka grønmeti upp og læra um smakk og kraft.
Læra um grundleggjandi matgerð, hugtøk og kokkasnildir.
Gera rullusteik, hjartagrýtu, paté og nógv annað.
Lærari: Gutti Winther
Dato: 13. – 15. oktober 2021
Tíðspunkt: Allir dagar byrja við morgunmati kl. 08.15, síðani undirvísing til kl. 15:30. Les meira um gerandisdagin á háskúlanum her.
Støði: Grundskeið
Longd: Tríggjar dagar
Næmingatal: 12
Upptøkutreytir: Ongar. Øll eru vælkomin.
Prísur: 2.500 kr pr persón (við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting á Ísansgarði, lekkur matur og deiligt kaffi. Les um vistarhald á Mat- & Moldmentanarháskúlanum her). Vit hava eisini 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 2.000 kr. Eisini er gjørligt at hava børn við, tey kosta 300 kr.
Address
Mat & Moldmentanarháskúlin
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
Sandoy
Date
13 Oct