30 Oct
Sandoy
1400 DKK
Matur & Drekka

Heystskeið: Søtur bakstur 30-31 okt.

x
Book now

Góða lívið skal livast, og tú skalt koma til okkara á Sandi at njóta friðin og vakurleikan við søtum heimabakstri.

Hála í bremsuna, anda djúpt inn ooooog út….. Sig nei til meldrið og óteljandi ørindi eftir ivasomum ídnaðarbakstri. Ørindi í tíð og úrtíð eru nú søga. Tú ynskir frælsi – heimabakifrælsi, og skal nú læra teg at flætta søtan hágóðskubakstur inn í tín gerandisdag!

Kom og elt! Kom á bakiskeið og lær um týdningin av at lata deiggj ganga leingi, um vistfrøði, ordiliga kardumummu, smørdeiggj, remonsukrem, mjølgóðsku, bakihita, ovnssnildir og um ymisku kornsløgini og tess eginleikar. Kom og hoyr bakirøvarasøgur og lær loyndarfull bakikynstur!
Skeiðslærari er Randi Olsen frá vistfrøðiliga mikrobakarínum Breyðvirkinum í Havn.

Á skeiðnum fara vit millum annað at baka:

  • Croissant

  • Pain au chocolat

  • Double baked mandlu croissant

  • Thebirkes

  • Frøsnapparar

  • Kanelsniglar

  • Kardumummusnurrar

Eisini er pláss til at nýta hugflogið og at vera kreativur í samband við baksturin.

Lærari: Randi Olsen, Breyðvirkið

Dato: 30. – 31. oktober

Tíðspunkt: Kl. 10.30 – 17:00 leygardagin og kl. 9-15:30 sunnudagin

Støði: Grundskeið

Longd: 2 dagar

Næmingatal: 14

Upptøkutreytir: Ongar. Øll vaksin eru vælkomin.

Prísur: 1400 kr pr. persón (við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting á Ísansgarði, lekkur staðbundin matur og deiligt kaffi. Les meira um vistarhald á skúlanum her). Vit hava 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 1.100 kr. Og 4 pláss til tey, ið ynskja at hava børn við, hesi kosta 200 kr.

Address

Mat & Moldmentanarháskúlin

Heimasandsvegur 117
210 Sandur
Sandoy

Date

30 Oct

Price

Book now

1400 DKK