Heysttónar við Biritu Poulsen, Brazauskas og Gobbini
Book nowÍ oktober kemur Birita Poulsen at hava konsert við Zilvinas Brasauskas (klarinett) og Matteo Gobbini (klaver) og á skránni er eitt nýtt, forvitnisligt verk eftir Sunleif Rasmussen. Talan er um sjey løg fyri Sopran, Klaver og Klarinett við yrkingum eftir Oddfríða Marner Rasmussen.
Síðani fyrsti sangurin varð frumframførdur á FMA í Norðurlandahúsinum í 2019 hevur Sunleif lagt seks afturat honum, alt til yrkingar úr seinnu helvt av yrkingasavninum “Innantannaskríggj” sum Oddfríður lat úr hondum í 1995. Savnandi heitið fyri verkið er “Kærleiki” og verður frumframført í hesi konsertrøðini.
Tey trý sum skulu trína á pall hittust á tónlistaskúlanum Hanns Eisler í Berlin, og hava seinastu árini framført javnan har. Á skránni hesa konsertina verða eisini verk eftir m.a. Franz Schubert og Gustav Mahler og soleiðis verður borðreitt við bæði útlendskum og Føroyskum eins og nýggjum og gomlum tónleiki.
Address
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy
Date
22 Oct 20:00