12 Jun
Eysturoy
100 - 150 DKK
Tónleikur

HØGNI & A15 í Tøting

x
Book now

Frálík dupultkonsert í Tøting leygarkvøldið 12. juni kl. 20.30

HOGNI:
Høgni Lisberg og bólkur hansara eru, sum so nógv onnur, farnir í gongd aftur at framføra og spæligleðin er stór.
Høgni vann her fyri ein FMA sum ársins framleiðari, í felag við James Thomas, fyri útgávuna Within a Man, sum kom út í 2020.
Av hesi útgávuni hava serliga løgini Simple Man, On Your Side og Waiting for You verið at hoyrt í útvarpinum.
Orsakað av korona, hevur tónleikurin næstan ikki verið framførdur alment, og er tí enn spillfeskur.
Høgni hevur nógvar túsund lurtarar á Spotify, og tónleikurin hann hevur givið út hevur verið brúktur um allan heim í øllum frá NBA telduspølum og Netflix røðum til Carhartt klæðir og Subaru bilar.
Við Høgna á palli vera Jan Rúni Poulsen á trummum og slagverki, og Knút Háberg Eysturstein á tangentum.

A15:
A15 er ein nýggj duo, við Martin Stender á saxofon og Torleiki Mortensen á kontrabassi og samplingum. Stílurin er ein blanding av nordiskum, indie, jazz og avantgarde hugskotum, harumframt er tónleikurin hugfjálgur og melodiskur.

Teir báðir Torleik og Martin, møttust í jazzumhvørvinum í Keypmannahavn longu sum tannáringar, har deildu teir íbúð í fleiri ár, meðan teir numu sær útbúgving á konservatorinum, so ljóði í tónleikinum er somuleiðis ávirkað av einum sterkum vinarlagi.

Address

Tøting

Við Júksnará 9
513 Syðrugøta
Eysturoy

Date

12 Jun 20:30

Price

Book now

Vaksin 150 DKK

Limir 100 DKK