29 May - 30 Aug
60 DKK
Annað

Hvalastøðin letur upp aftur í summar

x

Hvalastøðin við Áir letur upp aftur í summar

Opið er hvønn fríggjadag, leygardag og sunnudag frá 10-17. Byrjað verður fríggjadagin tann 29. mai. Opið er til 30. august. Rundvísing verður 3 ferðir um dagin.

Fríggjadagin tann 29. mai letur Tjóðsavnið aftur upp á Hvalastøðini. Hvalastøðin við Áir hjá norsk-skotsku fyritøkuni Christian Salvesen í Leith í Skotlandi byrjaði sítt virki í 1905. Hon er tann einasta av teimum sjey norsku hvalastøðunum í Føroyum, sum er varðveitt. Hvalastøðin við Áir er ein týðandi og einstakur ídnaðararvur í Føroya søgu.

Verkætlanin at varðveita hvalastøðina við Áir byrjaði í 2011. Hetta arbeiðið er enn í gongd, men til ber kortini at síggja støðina.

Húsini og bygningarnir eru t.d. Ebenezer, Kristnastova, Fugan, Kvernan og Tørkan. Eisini eru beinknúsarar, spøl, lýsitangar, mjølverksmiðja, smiðja og Planurin at síggja. Hús og bygningar standa sum varðar frá einari farnari tíð. Ein framsýning um hval og hvalaveiðu er eisini at síggja inni í Smiðjuni.

Hvalastøðin er ídnaðar- og vinnulívssøgan um Salvesen í Skotlandi, Pf. við Áir, Pf. Sperm og Pf. Hvalarakstur. Tað síðsta virkna felagið á Hvalastøðini var hjá Hermansen-brøðrunum í Hósvík.

 

Kostnaður:

Ókeypis fyri børn  0-16 ár

Vaksin 60 kr – 80 kr. fyri rundvísing

Pensiónistar avsláttur

Address



Contact

Date

29 May - 30 Aug Every: Fri
10:00 - 17:00

Sat
10:00 - 17:00

Sun
10:00 - 17:00

Price

60 DKK

av