06 Nov
Eysturoy
Free
Annað

Hvussu ynskja vit, at seinasta tíðin skal verða?

x

Linnandi viðgerð og lívsgóðska áðrenn deyða – Palliatión

Í okkara mentan er ikki so vanligt at vísa sorg ella at tosa um deyðan. Men deyðanum sleppur eingin okkara undan. Og tað er eins umráðandi at hava ein skynsaman etikk viðvíkjandi umstøðunum, tá ið vit liggja at doyggja, og viðvíkjandi deyðanum sjálvum, sum tað er í sambandi við lívsins byrjan.

Tað er uppgávan hjá heilsufakliga økinum at viðgera mein og at grøða sjúkur, so at sjúklingurin verður frískur aftur og – um hetta ikki ber til – at linna sjúkueyðkennini og harvið avmarka líðingina. Uppgávan er m.a. eisini at veita hjálp soleiðis, at tann sjúki kann varðveita sínar førleikar sum longst.

Men hvussu handfara vit hesar umstøður í dag og hvat áttu vit at gjørt betur?

Hesir spurningar fer Etiska ráðið at umrøða á kjakfundi í Løkshøll mikukvøldið 6. november kl. 19.30.

Vit hava sett saman eina áhugaverda skrá, har vit:

  • Greiða frá hugtakinum Palliatión
  • Lýsa umstøður hjá fólki, sum eru heima síðstu tíðina
  • Varpa ljós á átrúnarligar og tilveruligar spurningar
  • Tosa um, hvussu vit kunnu varðveita førleikar og hava eitt virðiligt lív
  • Fáa innlit í, hvussu Palliativa toymið virkar í dag og hvussu ynskiliga støðan sær út

Vit skifta orð um hesar stóru spurningar og tað verður Uni Arge, journalistur, sum leiðir pallborð og fundarfólk gjøgnum kvøldið.

Tiltakið er ókeypis.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

06 Nov 19:30 - 19:30

Price

Free

Organiser

Etiska Ráðið

Website
(++298) 219484
er@er.fo