15 May - 12 Jun
Suðuroy
Free
Tónleikur

Jarðfrøðiliga tíðarlinjan - framsýning

x

Framsýningin Jarðfrøðiliga tíðarlinjan gevur ein samandrátt av søguni hjá jørðini í 4.600 milliónir ár.
Leygardagin 15. mai kl. 14:30 fer Lis Mortensen, landafrøðingur frá Jarðfeingi, at greiða frá framsýningini.
Vit hoyra til dømis um Kambrisku spreingingina fyri umleið 542 milliónum árum síðani, tá lívið á jørðini broyttist, og frá hendingini fyri 65 milliónum árum síðani, tá dinosaurarnir doyðu út.
Afturat hesum og nógvum øðrum hendingum vísir framsýningin eisini, hvussu Føroyar blivu til, í sambandi við at risameginlandið Pangea skrædnaði sundur.
Framsýningin vendir sær til øll við áhuga fyri jarðfrøði.
Framsýningin hóskar seg til fólkaskúlan og miðnámsskúla.
Skúlanæmingar kunnu til dømis arbeiða við spurningum:
– Kanna rundu tíðarlinjuna, sum vísir øll 15 tíðarmótini í 4.600 milliónir ár
– Fylg langu tíðarlinjuni, sum røkkur yvir 4.500 milliónir ár. Nær verða Føroyar til á hesi linju?
– Finn og lýs eina spennandi hending í ovara partinum av framsýningini, sum lýsir jarðarsøguna.
– Hvat hendir fyri 542 milliónum árum síðani?
– Hvat hendir fyri 65 milliónum árum síðani?
– Framsýningin gevur yvirlit yvir Føroya jarðfrøði. Finn staðið á kortinum, har føroyska økið lá fyri eini 60 milliónum árum síðani.

Address

SALT

Drelnes 22
827 Øravík
Suðuroy

Date

15 May - 12 Jun Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat

Price

Free